Trigger out
Trigger in
Trigger out
Trigger in
Trigger out
Trigger in
Trigger out
Trigger in
Fundarkervi
Kunningarkervi
Skrivstovukervi
Tænastukervi

Kveikjandi Framskák Kundadagur

Kveikjandi Framskák Kundadagur
September 2022

Framskák hevði ein væleydnaðan og kveikjandi kundadag 8.september við fjølbroyttum, fakligum innihaldi og hugtakandi framløgum. Vit vístu á nýggjastu loysnirnar á marknaðinum, ið eru við til at gera arbeiðsdagin smidligari. Vit framløgdu ein nýggjan føroyskan videopall saman við norska risanum, Pexip, har tað verður møguligt at samskifta á ymiskum pallum: Videofundir, Videovenjing, Videoviðtala, Videosøla o.a.

Samsung var á vitjan hjá okkum til kundadagin og vísti á teirra breiða úrval og týdningin av at velja rættan skíggja til eitt ávíst endamál. Pernille Garde Abildgaard hevði eina spennandi framløgu um ein nýggjan arbeiðshátt. Hon vísti á mannagongdir og ítøkilig dømir um, hvussu fyritøkur og stovnar skipa eina 4 dagar arbeiðsviku. Lenovo var á vitjan og greiddi frá teira úvali og útgerð, Visual Art greiddi frá marknaðarføring og sølutilfar til kunningarskíggjar, SmartSign vóru eisini komin til Føroyar og greiddu frá teirra skipan til kunningarskíggjar, til síðst kunngjørdu vit okkara 4 kervi, ið samlar okkara virksemi. Fundarkervi, Kunningarkervi, Skrivstovukervi & Tænastukervi.

No items found.