KT-supportari

KT-supportari til KT-rakstur

Tínar uppgávur
Vit eru KT-deildin hjá okkara kundum.

Tú fært ábyrgd av at røkja ein skara av kundum og kemur sostatt at arbeiða tætt saman við teirra brúkarum og ábyrgdara á økinum. Tað er okkara ábyrgd, at kundin ikki hevur útfall, sum darvar teirra virkni. Vit hugsavna okkum bert um fyritøkur og stovnar og arbeiða sostatt ikki við privatkundum.

Uppgávurnar fevna m.a um:

  • Umsiting av Microsoft 365.
  • Teknisk uppsetan og røkt av teldum og netútgerð.
  • On/off boarding av brúkarum.
  • Veita nær og fjar support.
  • Vegleiðing av okkara kundum kring landið.
  • Stuðla søludeildini við tekniskum skjalfestingum.

Um teg
Tú ert eitt jaligt starvsfólk, arbeiðir struktrerað og fylgir uppgávum á mál.

Tú hevur sterkt tekniskt forstáilsi og sterk samskiftisevnir. Tú trívist í tí skipaða, men skilir fleksibilitetin sum tínir kundar hava tørv á til tíðir. Dagligt samskifti við brúkarar fellur tær lætt, og tú sært stórt uppá at hjálpa brúkarum við ymiskum førleikastøði. Tú skilir, hvussu umráðandi tað er hjá okkara kundum at teirra KT-kervi og brúkarar altíð eru virkin.

Vit ímynda okkum at tú:

  • Hevur royndir innan Microsoft 365.
  • Hevur royndir innan netumsiting og kunnleika til LAN, WAN og WLAN.
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Hevur viðkomandi KT útbúgving/starvsroyndir.
  • Hevur jaligan hugburð og gott arbeiðslag.
  • Hevur áræði at seta teg inn í nýggja tøkni.

Stutt um okkum
Endamálið er at gera arbeiðsdagin smidligari.

Tað gera vit við at hjálpa fyritøkum við støðugum KT-rakstri, effektivari fundartøkni, talgildari skelting og KT-útgerð til arbeiðsdagin.

Løn og treytir
Starvið er 40 tímar og lønin er eftir støði og ábyrgd.

Setanartilgongd
Vit halda samrøður, tá rætti umsøkjarin søkir.

Starvsbyrjan
Sum skjótast, men vit bíða fegin eftir tí rætta.

Søk starvið
Send tína umsókn og CV til starv@framskak.fo.

Um tú hevur spurningar kanst tú venda tær til Sigmund Mikkelsen, stjóra á sigmund@framskak.fo ella 717101.

Arbeiðsstaður
Tórshavn ella Klaksvík

Freist
13.04.2025

Samband
sigmund@framskak.fo

Umsókn
starv@framskak.fo