Tínar uppgávur
Vit eru KT-deildin hjá okkara kundum.
Tú verður ein aktivur partur av okkara KT-deild frá fyrsta degi.
Uppgávurnar fevna m.a um:
- Hjálpa KT-tøkningunum við support.
- Umsiting av Microsoft 365.
- Teknisk uppsetan og røkt av teldum og netútgerð.
- Hjálpa við feilsøking av KT-avbjóðingum.
- Hjálpa við nær- og fjarsupport.
Um teg
Tú ert eitt jaligt og energiskt starvsfólk, og hevur lætt við at læra nýggj ting. Tú hevur áhuga fyri KT og tøkni sum heild. Tær dámar væl at samskifta við fólk, bæði á skrift og í talu. Tú brennir fyri at røkka tínum fulla potentiali, og ert ikki bangin fyri at spyrja um ráð, tá ástendur.
Vit vænta at tú:
- Ert ágrýtin
- Tekur ábyrgd
- Møtir til tíðina
- Hungrar eftir at menna teg
Tú fært
- Royndir við álítandi loysnum (Microsoft,365, net, trygd, support).
- Eitt toymi sum stuðlar tær á tíni leið.
- Stuttligasta toymi í vinnuni.
- Eina framúr byrjan á tíni starvsleið.
- Møguleika fyri víðari menning og setan.
Stutt um okkum
Endamálið er at gera arbeiðsdagin smidligari.
Tað gera vit við at hjálpa fyritøkum við støðugum KT-rakstri, effektivari fundartøkni, talgildari skelting og KT-útgerð til arbeiðsdagin.
Løn og treytir
Starvið er 40 tímar og lønin er eftir galdandi sáttmála.
Setanartilgongd
Vit halda samrøður, tá rætti umsøkjarin søkir.
Starvsbyrjan
Sum skjótast, men vit bíða fegin eftir tí rætta.
Søk starvið
Send tína umsókn og CV til starv@framskak.fo.
Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til Sigmund Mikkelsen, stjóra á sigmund@framskak.fo ella 717101.
Arbeiðsstaður
Tórshavn ella Klaksvík
Freist
13.04.2025
Samband
sigmund@framskak.fo
Umsókn
starv@framskak.fo
