Vit víðka samlaða virkisøkið innan KT-rakstur og tøkni til arbeiðsdagin.

Kundin ynskir eitt álítandi stað til síni viðurskiftir.

Vit søkja ein framfýsnan KT-leiðara, sum tekur fulla ognarskap, er drivin av áhaldandi menning, arbeiðir strukturerað uttan at vera bangin fyri at venda tingunum á høvdið og hugsa loysnina á ein nýggjan hátt.

Tínar leiklutur
Tú fært ábyrgdina av leiða og menna okkara KT-toymi. Tú ert drívmegin í at menna, standardisera og dríva okkara KT-rakstur fyri kundar. Tú fært dagliga ávirkan á kósina fyri Framskák.

Uppgávurnar fevna m.a um:

  • Tú eigur okkara KT-rakstrarkonsept.
  • Tú tryggjar støðugfesti, trygd og skalerbarar loysnir.
  • Skipar net, trygd og Microsoft pallin.
  • Skipar struktur, dokumentatión og arbeiðsgongdir.
  • Tú ert okkara tekniska akker, bæði innanhýsis og fyri kundan.
  • Tú stuðlar søludeildini við tekniskum skjalfestingum.


Um teg
Tú hevur sterkt tekniskt forstáilsi og sterk samskiftisevni. Tú trívist í tí skipaða, men skilir fleksibilitetin, sum okkara kundar hava tørv á. Tú hevur eina náttúrligan áhuga fyri tøkni, og er framsíggin í mun til nýggja tøkni á marknaðinum.

Tú skilir, hvussu umráðandi tað er hjá okkara kundum, at teirra KT-kervi og brúkarar altíð eru virkin.

Vit ímynda okkum at tú:

  • Hevur drúgvar royndir við neti.
  • Sterkur innan KT-trygd.
  • Sterkur innan Microsoft (M365, Azure, Entra, Intune).
  • Royndir við standardisering og skalering av KT-kervi.
  • Dugir at taka fullan ognarskap og skapa struktur.


Vit bjóða

  • Ávirkan á, hvussu vit menna okkum.
  • Ábyrgd av samlaða tekniska pallinum.
  • Møguleika at seta nýggja standard fyri KT-rakstri í vinnuni.
  • Stigvísa menning og hóskandi sertificeringar.
  • Framúr starvsfelagar.


Stutt um okkum
Endamálið er at gera arbeiðsdagin smidligari.

Tað gera vit við at hjálpa fyritøkum við støðugum KT-rakstri, effektivari fundartøkni, talgildari skelting og KT-útgerð til arbeiðsdagin.

Løn og treytir
Starvið er 40 tímar og lønin er eftir støði og ábyrgd.

Setanartilgongd
Vit halda samrøður, tá rætta starvsfólkið søkir.

Starvsbyrjan
Sum skjótast, men vit bíða fegin eftir tí rætta.

Søk starvið
Send tína umsókn og CV til starv@framskak.fo.

Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til Sigmund Mikkelsen, stjóra á sigmund@framskak.fo ella 717101.

Arbeiðsstaður
Tórshavn ella Klaksvík

Freist
13.04.2025

Samband
sigmund@framskak.fo

Umsókn
starv@framskak.fo