Vit eru tykkara KT-deild
Trygd, rakstur og support til smáar og miðalstórar fyritøkur. Vit hava sett loysnina saman – tit velja pakkan, og vit taka ábyrgdina av tykkara KT-kervi.
KT-trygd og rakstur fyri miðalstórar og smærri fyritøkur
KT-trygd er ikki bara fyri stórar fyritøkur
Ein KT-hóttan ella ein tekniskur trupulleiki kann fáa álvarsligar avleiðingar – óansæð støddina á fyritøkuni.
Tí er tað ikki nóg mikið bara at hava góða trygd. Tað er líka umráðandi at hava eftirlit, reagera skjótt og vita, hvør tekur ábyrgd, tá á stendur. Við KT360 hava tit eina KT-deild at venda tykkum til, tá tørvur er á hjálp.
Ein loysn. Ein veitari.Eitt fast gjald.
Trygd
Vit verja brúkarar, eindir og dátur við virknum trygdareftirliti og handfaring av hóttanum.
Rakstur
Vit halda eindirnar dagførdar og undir eftirliti, so trupulleikar kunnu verða uppdagaðir og handfarnir.
Support
Tit fáa hjálp frá fólki, sum kenna tykkum og tykkara KT. Mál verða skrásett og fylgd upp.
Samansett við altjóða góðkendari tøkni og viðurkendum trygdarreglum.
Hvat tit fáa
Frið til kjarnuvirksemið
- 01Ongar óvæntaðar rokningar
- 02Ein tryggan og støðugan arbeiðsdag
- 03Eina KT-deild, sum tekur fulla ábyrgd
- 04Skjóta og persónliga support
- 05Minni stúran um trygd, meira støðufesti

Trygt og einfalt
KT360 er ein einføld og fullfíggjað KT-loysn, ment til smáar og miðalstórar fyritøkur. Vit hava savnað trygd, rakstur og support í tríggjar greiðar pakkar – so tit kunnu velja ta loysn, sum hóskar best til tykkara tørv og arbeiðsdag.
01
Basic
Vit verja eindirnar
Til fyritøkur, sum sjálvar taka sær av KT-support, men ynskja KT-trygd.
Hetta er íroknað:
- Virkin verja móti virusum og ransomware
- Eftirlit við KT-hóttanum
- Trygdardagføringar
- Eftirlit við teldum
- Skráseting av KT-útgerð
Daglig brúkarasupport er ikki íroknað.
02
Standard
Vit reka KT-kervið
Til fyritøkur, sum ynskja KT-trygd, rakstur og fjarhjálp í einari loysn.
Alt í Basic, umframt:
- Óavmarkað fjarhjálp
- Fastir KT-kontaktpersónar
- Umsiting av Microsoft 365
- OneDrive-uppseting og dátuvernd
- Rakstrareftirlit
- Regluligir støðufundir
Sjálvstøðug backup og ástaðarhjálp eru ikki íroknað.
03
Premium
Vit taka størri ábyrgd
Til fyritøkur, sum ynskja eina heildarloysn við KT-trygd, rakstri, backup, fjarhjálp, ástaðarhjálp og ráðgeving.
Alt í Standard, umframt:
- Sjálvstøðug Microsoft 365-backup
- Eftirlit við backup
- Ástaðarhjálp og koyring
- KT-ráðgeving til leiðsluna
- Árlig KT-gjøgnumgongd
- Samskifti við aðrar veitarar
Hvør pakki hóskar?
Finn røttu KT-loysnina
Svara nøkrum fáum spurningum um tykkara KT, trygd og support. Vit hjálpa tykkum at finna eina loysn, sum hóskar til tykkara fyritøku.
Hvussu nógv starvsfólk brúka teldu í arbeiðinum?
Tit kunnu velja fleiri svar.
Takk fyri svarini
Vit hava nú eitt betri grundarlag fyri at meta um, hvør KT-loysn hóskar til tykkara fyritøku.
Fyribils tilmæli
KT360 Standard
Vit reka KT-kervið
Tilmælið er fyribils. Vit fara ígjøgnum tað saman við tykkum, áðrenn uppskotið verður gjørt.
Fyll út upplýsingarnar niðanfyri, so seta vit okkum í samband við tykkum við einum uppskoti.
Fyrispurningurin er óbindandi. Vit brúka upplýsingarnar einans til at svara tykkara fyrispurningi. Les meira í okkara privatlívspolitikki.
Royndir
Hvørjir eru okkara kundar?
Frá lítla handlinum við tveimum starvsfólkum og handverkarafyritøkuni til fyritøkuna við 20–40 KT-brúkarum. Okkara kundar eru ymiskir, men tørvurin er tann sami: Trygt KT, støðugur rakstur og skjót hjálp, tá á stendur.
Nakrir av okkara kundum
Spurningar
Spurningar og svar
01Hví hava vit brúk fyri KT360, tá alt riggar væl?
Tí góð KT-trygd snýr seg um at fyribyrgja trupulleikum, áðrenn teir raka. Við KT360 halda vit eyga við tykkara teldum, dagføringum og trygd, so tit kunnu arbeiða trygt og sleppa undan óneyðugum avbrotum.
02Vit hava antivirus – er tað ikki nóg mikið?
Antivirus verjir móti nógvum hóttanum, men ikki øllum. KT360 gevur tykkum eina meira umfatandi verju, har illgrunasamt virksemi verður kannað, og hóttanir verða handfarnar fyri at minka um vandan fyri álvarsomum skaða.
03Hvat hendir, um eitt starvsfólk trýstir á eina skeiva leinkju?
Tað kann henda hjá øllum. KT360 hevur verju, sum kann varnast illgrunasamt virksemi og hjálpa við at steðga hóttanum. Og skuldi nakað hent, hava tit eina KT-deild at venda tykkum til, sum kann hjálpa skjótt.
04Eru okkara fílur ikki tryggar í OneDrive?
OneDrive er ein góð loysn til at goyma og deila fílur, men kemur ikki í staðin fyri eina fullfíggjaða backup-loysn. Við røttu backup-loysnini kunnu vit hjálpa tykkum at endurskapa týdningarmiklar dátur, um óhappið er úti.
05Kunnu vit eisini ringja um smáar KT-trupulleikar?
Ja, sjálvandi. Hvørt tað er ein telda, sum ikki riggar, trupulleikar við telduposti ella okkurt heilt annað, eru vit til reiðar at hjálpa. Eingin trupulleiki er ov lítil, og tit fáa hjálp frá fólki, sum kenna tykkum og tykkara KT.
06Eru vit ov lítil til at hava eina KT-deild?
Nei. KT360 er ment til bæði smáar og miðalstórar fyritøkur. Um tit eru tvey ella 40 starvsfólk, hava tit sama tørv á tryggum KT og einum staði at venda tykkum til. Tit velja sjálvi, hvussu nógv vit skulu taka okkum av.
07Er tað trupult at skifta til KT360?
Nei, vanliga ikki. Vit byrja við at fáa yvirlit yvir tykkara verandi KT-umhvørvi og syrgja fyri, at alt verður sett rætt upp. Tit kunnu halda fram við tykkara vanliga arbeiðsdegi, meðan vit taka okkum av tí tøkniliga.
08Hvat kostar KT360?
KT360 hevur eitt fast mánaðargjald fyri hvønn brúkara. Kostnaðurin veldst um tykkara tørv og tænastustøði, so bæði smáar og miðalstórar fyritøkur kunnu fáa eina loysn, sum hóskar teimum. Setið tykkum í samband við okkum, so finna vit røttu loysnina.
Vit gera arbeiðsdagin smidligari
Samband
Tosa við okkum
Ring ella skriva til okkum – vit hjálpa tykkum gjarna at finna røttu loysnina.
Ring
Skriva
Vitja okkum
Smyrilsvegur 10100 TórshavnNólsoyar Pálsgøta 1700 Klaksvík












