Trý starvsfólk hjá Framskák í práti framman fyri skrivstovuni

Tryggir videofundir. Føroyskt ræði.

Ein tryggur og sjálvstøðugur føroyskur videopallur til almennar stovnar, bankar, fyritøkur og viðgerðarar við høgum krøvum til trygd og dátuvernd.

Hví hevur hetta týdning?

Hvør hevur ræði á tykkara videofundum?

Tá trúnaðarligar upplýsingar verða viðgjørdar á videofundum, er tað ikki líkamikið, hvar fundurin fer fram, og hvør hevur ræði á upplýsingunum.

Við Videofundum kunnu tit halda fundir á einum føroyskum palli, har dátur verða viðgjørdar lokalt, og tit hava tamarhald á trygdini og samskiftinum.

Bið um eina gjøgnumgongd

Trygt samskifti

  1. 01

    Trygd

    Trygt og trúnaðarligt samskifti, har verjan av viðkvæmum upplýsingum er í hásæti.

  2. 02

    Ræði 

    Føroysk hýsing og dátaviðgerð. Tit hava tamarhald á, hvar fundir og upplýsingar verða viðgjørd.

  3. 03

    Óheftni

    Ikki bundin at altjóða skýtænastum – føroyska samskiftið kann halda fram, hóast sambandið við útheimin svíkur.

  4. 04

    Fleksibilitetur

    Samskifti tvørtur um Teams, Zoom, Webex og onnur videokervi, tillagað tykkara útgerð og arbeiðsgongdum.

Lokalt dáturæði er altíð galdandi fyri fundir, sum verða hýstir á føroyska pallinum.

Bið um eina framløgu

Videofundir

Tínir fundir. Tínar dátur. Tín trygd.

Við Videofundum hava tit ræði á tykkara samskifti. Ein tryggur, sjálvstøðugur føroyskur pallur, har fundir og dátur verða viðgjørd í Føroyum – undir føroyskari lóggávu.

Videofundur í gongd: tveir menn við fundarborð og ein luttakari á skerminum

Tríggjar loysnir. Ein tryggur pallur.

Videofundir er ein fleksibul pallur til ymisk sløg av samskifti – frá persónligum viðtalum til týðandi fundir og serligar tilbúgvingarloysnir.

01

Videovangin

Trygt samskifti millum stovn og borgara

Tryggar videokonsultatiónir og viðtalur, har borgarin kann vátta sín samleika gjøgnum Vangan. Til heilsuverkið, almennar stovnar og aðrar tænastur, har persónsupplýsingar og trúnaður krevja serliga verju.

02

Videofundir

Tryggir fundir undir egnum ræði

Ein royndur føroyskur videopallur, sum fleiri stovnar og fyritøkur hava nýtt í nógv ár. Til innanhýsis og uttanhýsis fundir, har trygd, dátuvernd og tamarhald eru avgerandi. Við møguleika at samskifta við Teams, Zoom og Webex.

03

Serligt samskifti

Tá samskiftið setur serlig krøv

Serligar videoloysnir til tilbúgving, nevndarfundir og annað týðandi samskifti. Til umhvørvi, har sjálvstøði, álítandi rakstur og serlig trygdarkrøv krevja eina tillagaða loysn.

Hvørjir eru okkara kundar?

Trygd hevur onga stødd

Frá stórum almennum stovnum og bankum til einstakar sálarfrøðingar, viðgerðarar og ráðgevar, sum arbeiða við viðkvæmum persónsupplýsingum. Okkara kundar eru ymiskir, men tørvurin er tann sami: Trygt samskifti, trúnaður og ræði á egnum dátum.

Nakrir av okkara kundum

Spurningar

Spurningar og svar

01Hví skulu vit brúka Videofundir, tá vit longu hava Teams?

Teams er ein góð loysn til nógv endamál. Men tá krøvini til dátuvernd, føroyskt ræði og sjálvstøði eru høg, gevur Videofundir tykkum ein føroyskan pall við lokalari dátaviðgerð. Tit kunnu framvegis brúka Teams, tá tørvur er á tí.

02Hvar enda okkara dátur, tá vit halda videofundir?

Á okkara føroyska videopalli verða ljóð, myndir og fundarupplýsingar viðgjørd í Føroyum. Tað gevur tykkum tamarhald á, hvar upplýsingarnar verða viðgjørdar, og hvussu samskiftið verður skipað.

03Hví hevur føroyskt dátufullveldi týdning?

Tí viðkvæmar upplýsingar krevja greiða ábyrgd og lógargrundarlag. Við lokalari hýsing og dátaviðgerð hava tit ræði á tykkara samskifti og minni bundinskap at útlendskum skýtænastum.

04Kann ein einstakur sálarfrøðingur ella viðgeri brúka Videofundir?

Ja. Videofundir er eisini ætlað teimum, sum arbeiða sjálvstøðugt við viðkvæmum persónsupplýsingum. Tit fáa ein tryggan videopall til trúnaðarligar samrøður, uttan at hava tørv á egnari KT-deild.

05Mugu okkara kundar og samstarvsfelagar hava serliga útgerð?

Nei. Luttakarar kunnu koma á fundin beinleiðis í einum vanligum kaga, uttan at installera serliga útgerð. Videofundir stuðlar eisini samskifti við aðrar fundarpallar.

06Kunnu vit brúka verandi fundarútgerð?

Videofundir stuðlar fleiri vanligum videostandardum og fundarskipanum. Vit hjálpa tykkum at knýta útgerðina at pallinum og finna røttu uppsetingina.

07Hvat hendir, um Teams er niðri, ella sambandið við útheimin svíkur?

Okkara føroyski videopallur er ikki bundin at Teams ella øðrum altjóða skýtænastum. Fundir millum føroyskar luttakarar kunnu halda fram, tá lokala infrakervið og sambandið rigga.

08Kunnu Videofundir integrerast við okkara egnu skipanir?

Ja. Pallurin hevur integratiónsmøguleikar, so video kann gerast partur av tykkara verandi tænastum og arbeiðsgongdum. Integratiónin við Vangan er eitt dømi um hetta.

Vit gera arbeiðsdagin smidligari

Trý starvsfólk hjá Framskák framman fyri hvítum vegg

Samband

Tryggið tykkara samskifti

Lat okkum vísa tykkum, hvussu Videofundir kann geva tykkum størri trygd, føroyskt ræði og sjálvstøði – við einum fleksiblum palli, sum hóskar til tykkara tørv.