Innbjóðing · Ókeypis luttøka

KT-trygd og vitlíki

Ein tryggari og smidligari arbeiðsdagur

Fríggjadagin 27. november kl. 13.30–16.00 bjóða vit tykkum í Framskák til ein seinnapart við ítøkiligum dømum, nýggjum møguleikum og góðum práti.

Dagurin er býttur í tveir sjálvstøðugar partar. Tit kunnu luttaka í øðrum partinum ella báðum.

ElektronFaroe Law
Dagur
Fríggjadagin 27. november
Tíð
13.30–16.00
Staður
Framskák, Smyrilsvegur 10, Tórshavn
Luttøka
Ókeypis

Skráin

1. partur

Kl. 13.30–14.30

Fyri smáar og miðalstórar fyritøkur

KT-trygd til smáar og miðalstórar fyritøkur

KT-supporter við headsetti og KT360-kubusin: Trygd, Rakstur og Support

Ein falskur teldupostur, ein stolin atgongd ella mistar dátur kunnu fáa stórar avleiðingar.

Vit umrøða KT-hóttanirnar, hvussu tær raka og hvørjar avleiðingar tær kunnu hava. Tit fáa innlit í, hvat bæði fyritøkan og starvsfólkini kunnu gera fyri at minka um váðan, verja dátur og sleppa undan dýrum avbrotum í arbeiðsdegnum.

  • Tá hóttanin verður veruleiki – hvør heldur eyga og tekur hond um støðuna?Kristian Petursson frá Elektron greiðir frá, hvussu KT-hóttanir raka fyritøkur, og hvønn mun virkið trygdareftirlit og skjót viðbrøgd kunnu gera.
    Elektron

    Kristian Petursson
  • GDPR – hvørja ábyrgd hava tit?Kári Davidsen frá Faroe Law greiðir frá, hvat smáar og miðalstórar fyritøkur eiga at hava skil á, tá tær handfara og verja persónsupplýsingar.
    Faroe Law

    Kári Davidsen
  • KT360 – ein loysn og eitt fast gjald.Framskák vísir, hvussu trygd, trygdaravrit, rakstur og support hanga saman í einari loysn, sum er ment til smærri og miðalstórar fyritøkur.

    Sigmundur Mikkelsen

Hetta fært tú við tær: Betri fatan av váðanum og ítøkilig ráð til ein tryggari og smidligari arbeiðsdag.

Kl. 14.30–14.45

Steðgur

2. partur

Kl. 14.45–16.00

Fyri almennar stovnar og fyritøkur, sum umhugsa vitlíki í sínum arbeiði

Vitlíki hjá Framskák – ráðgeving, agentar og loysnir til tín arbeiðsdag

Jesper Markling
Jesper MarklingKT-Verkfrøðingur
Pætur Magnussen
Pætur MagnussenMsc. KT menning 

Hitt fólkið aftanfyri okkara nýggja virkisøki og síggj Lilju – okkara vitlíkisamboð, sum knýtir tykkara skipanir saman, skapar yvirlit og hjálpir við dagligum uppgávum. Vit seta eisini sjóneykuna á dátur, ábyrgd og compliance.

  • Vitlíki sum nýtt virkisøki – hvat kunnu vit gera fyri tykkum?Jesper Markling og Pætur Magnussen greiða frá okkara tilgongd, hvat vit bjóða, og hvussu teir síggja menningina á økinum.

    Jesper MarklingPætur Magnussen
  • Vitlíki, dátur og compliance – hvat skulu tit hava skil á?Kári Davidsen frá Faroe Law setur orð á ábyrgdina og spurningarnar, fyritøkur eiga at taka støðu til.
    Faroe Law

    Kári Davidsen
  • Lilja í verki – sær, skilir og handlar.Vit vísa Lilju og hvussu hon kann hjálpa við ítøkiligum uppgávum. Vit greiða frá okkara egnu royndum hjá Framskák: hvar vit hava spart tíð og pengar, og hvar avbjóðingarnar hava verið.

    Framskák
Lilja knýtir sølu, búskap, goymslu, marknaðarføring, KT og vaktarskema saman
Lilja í verki: Lilja knýtir skipanirnar og dáturnar hjá fyritøkuni saman

Hetta fært tú við tær: Íblástur til, hvar vitlíki kann gera mun hjá tykkum, og innlit í, hvussu tit koma trygt í gongd.

Frá kl. 16.00

Gott prát og okkurt at sløkkja tostan við.

Tekna teg

Tekna teg til KT360, vitlíki ella báðar partar. Luttøkan er ókeypis.

Vit gera arbeiðsdagin smidligari

Trý starvsfólk hjá Framskák framman fyri hvítum vegg