Null spilltíð

Keysdetaljur
KundiSMJ
TænasturFundartøkni

Ár2025

SMJ er ein av okkara mongu nøgdu kundum. SMJ hevur fingið eitt snøgt og vælvirkandi fundarhøli sum tryggjar, at fyritøkan trygt og lætt kann samskifta millum deildir í ymiskum londum.

SMJ hevur verkætlanir í Føroyum, Danmark, Grønlandi, Íslandi og Noregi. Fyri at eydnast við samstarvi tvørturum landamørk er tað ein fortreyt, at vit kunnu samskifta við deildirnar hjá okkum uttanlands. Tí hava vit raðfest ta allarbestu fundartøknina á marknaðinum.

Pætur Jakobsen
Stjóri, SMJ