Orð: Jákup Bogi Joensen
Framskák byggir á ein einfaldan tanka: Tøkni skal gera arbeiðið lættari, so vit fáa meira tíð til tað, sum hevur veruligan týdning í lívinum. Vit práta við Sigmund Mikkelsen, stovnara og stjóra, um tankarnar aftanfyri fyritøkuna – og um hvussu mann umsetur sínar tankar til tænastur, sum gera veruligan mun fyri kundan.
Orð: Jákup Bogi Joensen
Myndir: Tróndur Dalsgarð
“Framskák – hvat er Framskák?”. Um tú lurtar eftir poddvarpsrøðini Amatøroyar, hevur tú nokk ikki gloymt partin, har vertirnir hava ringt við at finna útav, hvat Framskák ger. Spurningurin útloysti longsta láturkrampan í søguni hjá poddvarpsrøðini. Og spyrt tú stjóran sjálvan, so er svarið, at hann bara nýligani sjálvur hevur funnið svarið. Fusiónin millum Framskák og Teldutænastuna førdi við sær, at allir bóltarnir skuldu kastast upp í loft. Og nú eru teir lendir júst har, teir skulu liggja.
– Tá Framskák keypti Teldutænastuna var forteljingin um Framskák einføld, og øll skiltu, hvat fyritøkan gjørdi. Men onkursvegna var tað ikki nokk fyri meg, tí eg visti, at Framskák kundi uppnáa meira. Tað tók tíð at finna røttu kósina, men í dag er visjónin púra greið, sigur stjórin.
Framskák byggir á ein einfaldan tanka: Tøknin skal gera arbeiðið lættari. Men tað snýr seg um meira enn bert at finna smartastu, nýggjastu, skjótastu tøknina. Tað snýr seg um nakað so háfloygt sum at fáa tað besta burturúr lívinum, meðan vit hava tað.
Í eini tíð, har arbeiðið fyllir nógv í lívinum hjá teimum flestu, og í eini tíð, har tøknin fyllir nógv í arbeiðsdegnum hjá teimum flestu, sær Framskák tað sum eina spennandi og virðismikla misjón at royna at gera tøknina so einfalda sum gjørligt. Tað snýr seg ikki um at arbeiða minni, men um at arbeiða einfaldari. Framskák vil fáa tøkniligu hjólini at mala, so tímarnir á skrivstovuni ikki verða etnir upp av eini teldu, sum ikki riggar, einum prentara, sum ikki vil tað sama sum tú ella fundartøkni sum ikki vil tendra, tá kundin bíðar í horninum.
Tí hvør tími, vit vinna aftur við at arbeiða einfaldari, kann brúkast til tað, sum veruliga hevur týdning.
Tað góða lívið
Sigmund Mikkelsen er stjóri í Framskák Hann arbeiðir nógv, og hann elskar sítt arbeiði – men ikki meira enn hann elskar alt tað, sum hendir aftaná arbeiðstíð. Tá arbeiðsvikan er av, er hann – uttan undantak – at finna við kølidiskarnar í Miklagarði, har hann keypir inn til sítt fasta fríggjakvøldsritual; medaljong við soppasós, eitt gott glas av víni og so ein tíma ella tveir í heima saman við familjuni.
– Akkurát hendan løtan er tað, eg fyrst og fremst komi í tankar um, tá tú spyrt meg, hvat veruliga hevur týdning mínum lívi. Tað er tað, sum hendir aftaná arbeiðstíð.
– Og tað er onkursvegna tað, sum er blivið drívmegin hjá mær við Framskák. At lívið er meira enn arbeiði, og at tað fyrst er tá arbeiðið gongur smidliga, at vit fáa notið tað góða í lívinum. Tøknin er ein stórur partur av arbeiðsdegnum hjá nógvum av okkum, og koyrir hon ikki smidliga, so verður tað torført hjá okkum at loysa uppgávur. Tað skapar órógv, óneyðugt tíðarspill og frustratiónir sum etur okkara orku upp. Tað bæði vilja og duga vit hjá Framskák at loysa, sigur Sigmund Mikkelsen.

Í morgun luttekur hann á vikuligum fundi við KT-deildina hjá Framskák. Her starvast tríggir KT-serfrøðingar, sum hvønn dag í vikuni syrgja fyri, at ein stórur partur av arbeiðsplássunum í Føroyum koyra ótarnað.
– Tak til dømis Høgna. Hvønn hósmorgun pakkar hann bilin og koyrir til Strendur at vitja alifyritøkuna Mowi, sum hevur allan sín teldu- og prentarabúnað frá okkum. Teir tímarnar, Høgni er á Strondum, brúkar hann uppá at kanna teldur og prentarar, og sostatt fangar hann feilir, áðrenn kundin varnast teir. Hetta er ein tænasta, sum vit eru errin av at hava ment, tí hon ger veruligan mun fyri okkara kundar, greiðir Sigmund frá.
Á fundinum taka KT-serfrøðingarnir samanum farnu vikuna og leggja komandi til rættis. Tað eru nógvir bóltar í luftini, tí bæði virkisøkið og kundaskari hjá Framskák er voksið nógv í seinastuni.
– Onkuntíð skal eg eisini steðga á og minna meg sjálvan á, hvat vit arbeiða fyri. Míni egnu starvsfólk mugu eisini hava ein gerandisdag, har tey hava yvirskot til alt tað, sum veruliga hevur týdning. Arbeiði er arbeiði, og frítíð er frítíð. Um ikki vit hava røttu javnvágina, so kostar tað í trivnaði, og tað merkist eisini á effektivitetinum. So tí er tað ein ringrás, har eg trúgvi uppá, at tað er viktigast at byrja við trivnaði – so kemur effektiviteturin hareftir.

Tað liggja nógvir tankar aftanfyri virksemið hjá Framskák. Men hvat er vunnið – hevði úrslitið hjá fyritøkuni ikki verið minst líka gott, um fyritøkan bara hugsavnaði seg um at selja?
– Tað er fyrst, tá vit arbeiða fyri einum størri endamáli, at eg tendri. Tað gevur mær eitt drive at vita, hví vit selja hesa telduna, svarar Sigmund og tekur eina av Lenovo teldunum, sum verða sýndar fram í handilshølunum hjá Framskák á Smyrilsvegi.
– At vita og verða tilvitaður um, at vit gera tað, so tú kanst fáa ein einfaldari arbeiðsdag og harvið fara lættari heim til tína familju aftaná arbeiði. Tað ger tað stuttligari fyri meg, og tað ger eisini okkara tænastu betur, tí vit menna allatíð nýggjar mátar at hjálpa okkara kundum. Eg haldi, eg tori at siga, at vit eru meira enn ein veitari av tøkni, og tað ger meg stoltan, sigur Sigmund.

Ein av tænastunum sum eru sprotnar úr einum práti við Jan Ziskasen, er tænastan Null spilltíð.
– Tað var ein typisk situatión, vit rendu okkum í, tá vit skuldu halda eina framløgu. Tøknin vildi bara ikki tað sama sum Jan, og vit fóru at tosa um, hvussu strævið og tíðarkrevjandi, tað er, og hvussu ófatiliga vanligt tað er. Tað mugu vit kunna broyta, helt eg, og tí er ein av okkara komandi tænastunum júst ein tænasta, sum skal tryggja, at allir kundar við fundartøkni frá Framskák fáa tilboð um eina vitjan av okkara KT-serfrøðingum sum seta tøknina upp til at kunna koyra ótarnað.
– Tú skalt kunna traðka inn í fundarhølið og síggja og hoyra tann, tú skalt fundast við frá fyrsta sekundi tú trýstir á knøttin á borðinum. Faktiskt ger okkara sera framkomna fundartøkni, at vit slett ikki eru serliga langt frá tí, men vit mangla bara hetta konseptið, har vit møta kundanum í eygnahædd og saman fáa tøknina at rigga.
– Um vit nú siga, at Jan hevði Null spilltíð frá Framskák, so varð teldan og fundartøknin longu sett upp til at kunna rigga frá fyrsta sekundi, tí ein dugnaligur KT-serfrøðingur saman við Jan hevði testað øll senariir og syrgt fyri, at tøknin riggaði til júst tørvin hjá Jan.
Hetta er bara eitt av nógvum dømum uppá, hvussu Framskák umsetur sínar visjónir um ein einfaldari arbeiðsdag til tænastur, sum gera veruligan mun. Og hetta er eitt gott dømi uppá, hvussu Framskák virkar. Tí tað snýr seg nettup bara um tann einfalda tankan; At tøknin skal gera arbeiðsdagin lættari, so kundin fær meira yvirskot.
Hesar reglurnar arbeiðir Framskák eftir:
- Tøknin vit selja skal vera fyrstafloks
- Tænastan skal altíð geva kundanum eina góða kenslu
- Vit skulu altíð bjóða kundan at læra meira um tøknina
- Vit skulu fanga feilir, áðrenn kundin varnast hann
- Vit skulu stremba eftir at gera tað best
Fakta:
- Stovnað í 2013 av Sigmundi Mikkelsen
- 10 starvsfólk
- Fremsti veitari innan tøkni, verkseting og røkt
- Virkar fyrst og fremst á føroyska marknaðinum, men hevur eyguni vend út í heim
- Missión: At skapa javnvág millum arbeiði og frítíð við sterkari tøkni og tænastum

