Ein fullfíggja loysn
Skipan, skíggjar, umsiting og framleiðsla av tilfari
Tað er lætt at fáa boðskapin út
Talgild skelting hjálpir við at gera kunning meira sjónliga, tíðarhóskandi og viðkomandi. Góð miðling styrkir um innanhýsis kunning, betrar kundaupplivingina og selur meira.

Til ymisk endamál
Lyklatøl,Kunning,Lýsingar,Matarskrá,Máltalva,Vegvísing

Skyn
Innandura pylon

LÍV
Innandura skíggjar

Borg
Uttandura pylon

Landssjúkrahúsið
Innandura -Sermenning
Ein veitari við royndum og kunnleika.
Vit hava veitt fleiri enn 600 kuningarskíggjar til alskyns endamál. Uttandura, í vindeyganum ella innandura. Vit ráðgeva, seta upp og kunnu eisini umsita skíggjar og framleiða grafik um tørvur er á tí.

Visit Tórshavn
Touch skíggi

Framskák
Wowmaker og konference LED

Føroya Tele
Innanduðra skíggjar

Magn
Innanduðra skíggjar

Smyril Line
Uttandura LED

Glasir
Innanduðra LED
Lyklafunkur í skipanini
Skipanin er sera nem at brúka, kann integrerast við aðrar skipanir og mennast eftir endamálið.
Online stýring
Hava tit fleiri skíggjar t.d. á fleiri deildum kring landið, ber lættliga til hjá einum fólki at stýra øllum, uttan mun til hvar ein er staddur.
Tíðaráseting
Fyri at røkka tínum málum/tínum kundum, kanst tú neyvt leggja eina ætlan fyri, nær títt tilfar skal leggjast út, so hettar hendur sjálvvirkandi.
Alt tilfar kann brúkast
Til ber at leggja øll sløg av tilfari út á tín skíggja: Myndir, video, heimasíður ella youtube-brot osfr.
Integratiónir
Integrera tínar dátukeldur á skíggjan. m.a Facebook, Sharepoint, Instagram og PowerBi.
Grafisk framleiðsla
studio örskap heldur til í okkara hølum á Smyrilsvegi 10 og hevur serkunnleika til at framleiða tilfar til kunningarskíggjar.
Finn tær røttu vørurnar
Jákup D. Jensen
Økisleiðari / SuðurKundi tú hugsa tær at hoyrt um eina persónliga loysn?
Óansæð slag og stødd av fyritøku kunnu vit hjálpa tær at finna tí røttu kt-útgerðina. Vit hava serkunnleika í útgerð – vit hava enntá royndir við ymisku útgerðini til ymiskan tørv.