Innbjóðing · Ókeypis luttøka
KT-trygd og vitlíki
Ein tryggari og smidligari arbeiðsdagur
Fríggjadagin 27. november kl. 13.30–16.00 bjóða vit tykkum í Framskák til ein seinnapart við ítøkiligum dømum, nýggjum møguleikum og góðum práti.
Dagurin er býttur í tveir sjálvstøðugar partar. Tit kunnu luttaka í øðrum partinum ella báðum.


- Dagur
- Fríggjadagin 27. november
- Tíð
- 13.30–16.00
- Staður
- Framskák, Smyrilsvegur 10, Tórshavn
- Luttøka
- Ókeypis
Skráin
1. partur
Kl. 13.30–14.30
Fyri smáar og miðalstórar fyritøkur
KT-trygd til smáar og miðalstórar fyritøkur

Ein falskur teldupostur, ein stolin atgongd ella mistar dátur kunnu fáa stórar avleiðingar.
Vit umrøða KT-hóttanirnar, hvussu tær raka og hvørjar avleiðingar tær kunnu hava. Tit fáa innlit í, hvat bæði fyritøkan og starvsfólkini kunnu gera fyri at minka um váðan, verja dátur og sleppa undan dýrum avbrotum í arbeiðsdegnum.
-
Tá hóttanin verður veruleiki – hvør heldur eyga og tekur hond um støðuna?Kristian Petursson frá Elektron greiðir frá, hvussu KT-hóttanir raka fyritøkur, og hvønn mun virkið trygdareftirlit og skjót viðbrøgd kunnu gera.
Kristian Petursson -
GDPR – hvørja ábyrgd hava tit?Kári Davidsen frá Faroe Law greiðir frá, hvat smáar og miðalstórar fyritøkur eiga at hava skil á, tá tær handfara og verja persónsupplýsingar.
Kári Davidsen -
KT360 – ein loysn og eitt fast gjald.Framskák vísir, hvussu trygd, trygdaravrit, rakstur og support hanga saman í einari loysn, sum er ment til smærri og miðalstórar fyritøkur.Sigmundur Mikkelsen
Hetta fært tú við tær: Betri fatan av váðanum og ítøkilig ráð til ein tryggari og smidligari arbeiðsdag.
Kl. 14.30–14.45
Steðgur
2. partur
Kl. 14.45–16.00
Fyri almennar stovnar og fyritøkur, sum umhugsa vitlíki í sínum arbeiði
Vitlíki hjá Framskák – ráðgeving, agentar og loysnir til tín arbeiðsdag


Hitt fólkið aftanfyri okkara nýggja virkisøki og síggj Lilju – okkara vitlíkisamboð, sum knýtir tykkara skipanir saman, skapar yvirlit og hjálpir við dagligum uppgávum. Vit seta eisini sjóneykuna á dátur, ábyrgd og compliance.
-
Vitlíki sum nýtt virkisøki – hvat kunnu vit gera fyri tykkum?Jesper Markling og Pætur Magnussen greiða frá okkara tilgongd, hvat vit bjóða, og hvussu teir síggja menningina á økinum.Jesper MarklingPætur Magnussen
-
Vitlíki, dátur og compliance – hvat skulu tit hava skil á?Kári Davidsen frá Faroe Law setur orð á ábyrgdina og spurningarnar, fyritøkur eiga at taka støðu til.
Kári Davidsen -
Lilja í verki – sær, skilir og handlar.Vit vísa Lilju og hvussu hon kann hjálpa við ítøkiligum uppgávum. Vit greiða frá okkara egnu royndum hjá Framskák: hvar vit hava spart tíð og pengar, og hvar avbjóðingarnar hava verið.Framskák

Hetta fært tú við tær: Íblástur til, hvar vitlíki kann gera mun hjá tykkum, og innlit í, hvussu tit koma trygt í gongd.
Frá kl. 16.00
Gott prát og okkurt at sløkkja tostan við.
Tekna teg
Tekna teg til KT360, vitlíki ella báðar partar. Luttøkan er ókeypis.
Vit gera arbeiðsdagin smidligari