“Okkara lyfti – at skapa ein smidligan og effektivan arbeiðsdag – sæst aftur í øllum, vit gera.”

– Sigmund Mikkelsen

Um
Framskák

Tað, sum ger Framskák serstakt, er uttan iva tann menniskjasliga tilgongdin til tøknina. Vit vita, at hóast hon er snildari enn nakrantíð, so røkkir tøknin ikki longri enn tað menniskjað, ið brúkar hana.

Tí er verkseting og røkt ein avgerandi partur av okkara virksemi. Røkt fevnir um support og eftirlit við tøknini, og okkara missón er at altíð fanga trupulleikarnar, áðrenn kundin varnast teir – tí okkara visjón er at skapa arbeiðsfrið fyri okkara kundar.

Framskák ger arbeiðsdagin smidligari við loysnum innan tøkni, verkseting av tøkni og røkt av tøkni. Framskák hevur eitt rættiliga breitt, men samstundis vælumhugsað úrval av tøkni – alt frá skrivstovu útgerð til kunningar- og lýsingarskíggjar og ikki minst fundartøkni.

Góðska, framskygni og ábyrgd eru virði okkara

Hetta er tað, sum fær Framskák at skara burturúr mongdini.

Framskák er drivið av virðunum: Góðska, framskygni, ábyrgd og at vera atkomulig.

Og okkara missión er líkatil: Vit vilja gera arbeiðsdagin smidligari fyri okkara kundar.

Framskák ger tað møguligt fyri teg at hugsavna teg um tað, sum skapar úrslit.

Hvussu gera vit arbeiðsdagin smidligari?

Vit veita heildarloysnir sum umfata alt frá skrivstovuútgerð, servarar, prentarar, kunningar- og lýsingarskíggjar og fundartøkni. Men okkara arbeiði steðgar ikki, tá vøran er leverað.

Okkara framfýsna og sera dugnaliga KT-deild syrgir fyri, at tøknin altíð riggar. Okkara fokus á verksetan syrgir fyri, at vøran verður ordiligt implementerað á arbeiðsplássinum við skeiðum og venjingum. Og okkara samskiftisdeild syrgir fyri, at kunningarskíggjar vísa røttu tølini á ein hátt, so øll skiljasamskiftisdeild syrgir fyri, at kunningarskíggjar vísa røttu tølini á ein hátt, so øll skilja tað.

Okkara kundar skulu meistra tær loysnirnar, vit veita, so tey veruliga fáa gagn av vøruni. Vit trúgva uppá, at tøkni ikki bert skal rigga – hon skal eisini skapa virði.