Videofundir

Fleiri føroyskar fyritøkur og stovnar hava longu Videofundir koyrandi í fundarhølum sínum. Nú er pallurin fluttur til Føroya, og verður hýstur lokalt hjá Elektron. Okkara visión hevur altíð verið at skapa karmarnar fyri einum felags samskiftiskervi, fyri føroyskar fyritøkur, stovnar og borgarar. 

Videorfundir pallurin er nú meira enn eina videofundarloysn, sum vit hava kent tað. Pallurin er nú eitt lokalt føroyskt grundarlag undir tryggum samskifti – fyri tey, sum vilja verja sínar dátur, styrkja trygdina, tryggja compliance og hava størri ræði á kritiskum samskifti og víðkaðar møguleikar nú og í framtíðini.

Saman við Elektron og Pexip bjóðar Framskák til eina fakliga fyrrapartsløtu, har vit vísa, hvat lokala flytingin merkir í praksis, og hví munurin á einum lokalt hýstum palli og einum cloud-only leisti hevur stóran týdning.

Vit koma inn á dátusuverenitet, GDPR, trygd, støðufesti, telehealth, tilbúgving, týdningarmiklar fundir, integratiónir og hvussu Videofundir virkar saman við Teams, Zoom, Google, Webex og øðrum pallum.

Vit vóna, at tú og tínir starvsfelagar hava áhuga í at luttaka á degnum.

Dato: 18. juni 2026
Tíð: 09.00
Stað: Framskák, Smyrilsvegur 10

Skráset teg her

Vælkomin at deila leinkjuna til skráseting.

Skrá

09:00
Vælkomin og intro: Videofundir er flutt til Føroya Framskák
09:15
Videofundir frá 2013 – 2026 Framskák
09:35
Trygg og støðug hýsing í Føroyum Kristian Petursson, Elektron
10:00
Hvat er suverenitetur? Pexip / Framskák
10:25
Secure Collaboration & Strategies Pexip
10:55
Dømi frá londunum kring okkum Pexip (Sundhed.dk, forsvaret vfl.)
11:15
Hvat merkir hetta fyri bankar, almennar stovnar, telemedesin og tilbúgving? Panel: Framskák, Elektron, Pexip
11:40
Spurningar og næstu stig Øll
12:00
Lætt ábit / Prát
Skráset teg her